Altjóða Drukni-
vanlukku-

TAÐ KANN HENDA FYRI ØLL.
MEN EINGIN SKAL DRUKNA.

Flestu druknivanlukkur í Føroyum henda, tá fólk eru einsamøll.
25. juli á hvørjum ári er altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagur, har fólk og felagsskapir um allan heim gera vart við og upplýsa um týdningin av at fyribyrgja druknivanlukkum.

3 UM ÁRIÐ ER
3 OV NÓGV

Í Føroyum drukna umleið 3 um árið. Tað er sera nógv í mun til fólkatalið. Kring heimin eru druknivanlukkur millum 10 tær vanligastu deyðsorsakirnar millum børn og ung í aldrinum 1-24 ár. Á hvørjum ári drukna 236.000 menniskju.

Í Minsta
lagi
236.000

fólk drukna
á hvørjum ári

Helvtin
av teimum
sum drukna,
eru

undir
30 ár

Menn
eru tvær ferðir sannlíkari

At drukna
enn kvinnur

Druknivanlukkur eru millum
10 tær
vanligastu
deyðsorsakirnar
millum fólk í aldrinum 1-24 ár

SOLEIÐIS FYRIBYRGJA
VIT DRUKNI-VANLUKKUM

Óansæð um tú fert at svimja, dyppa, stinga fliður í fjøruni, ein stimitúr, oman í bátin ella ein kaitúr
– SO HAV ALTÍÐ ONKRAN VIÐ TÆR.

At hava onkran við tær er tað, sum ger allan munin. Tí nógv tær flestu druknivanlukkur í Føroyum henda, tá ið fólk eru einsamøll. Og ofta beint við kaikantin.

Druknivanlukkur síðan ár 2000

KANST GERA MUN

Svimjisamband Føroya bjóðar øllum føroyingum at koma við at gera vart við henda dag – politikarum, kommunum, myndugleikum, fyritøkum, stovnum og borgarum – við tí fyri eyga at vísa á tørvin á samstarvi tvørtur um ymisku økini. Øll eiga at duga og vita:
•. Hvussu man svimur
•. Hvussu man ber seg trygt at í vatninum
•. Hvussu man bjargar øðrum frá at drukna

Soleiðis gerst tú lívbjargariMelda til lívbjargingaroynd

NÆRUM ALLAR DRUKNIVANLUKKUR KUNNU FYRIBYRGJAST

WHO vísur á hesar seks fyribyrgingarhættir

1. Seta upp verjur til at stýra atgondini til vatn.

2. Bjóða trygg øki við skikkaðari barnaansing til smábørn, burtur frá vatni.

3. Læra grundleggjandi svimjing, vatntrygd og lívbjarging, eisini í skúlanum.

4. Venja hjástødd at bjarga trygt og geva lívbjargandi fyrstuhjálp.

5. Áseta og handhevja trygdarreglur í sambandi við sigling, íroknað nýtslu av bjargingarvestum.

6. Seta upp verjugarðar til at kunna stýra vanda av flóð og øðrum.

Ein søgulig samtykt
Nýggja samtyktin hjá Sameindu Tjóðum leggur upp til, at WHO skal samskipa átøk, ið skulu fyribyrgja druknivanlukkum. Tí verður skipað fyri hesum altjóða degi, sum WHO stendur fyri, við bæði nationalum og lokalum virksemi um allan heim. 

Vilt tú vita meira?
Vitja heimasíðuna hjá WHO, har tú kanst kunna teg nærri um átakið og týdningin av tí.

Les meira

GOING
BLUE

Tað verður eitt serligt tiltak, sum eitur Going Blue for World Drowning Prevention Day, og hugskotið er einfalt: Lokalir felagsskapir samskipa saman við myndugleikum um at lýsa upp eyðkennismerki kring landið í bláum ljósi um kvøldið tann 25. juli.

OKKARA
SAMSTARVS- FELAGAR

Ein serlig tøkk fer til Betri Stuðulsgrunnin, ið gjørdi tað møguligt hjá SSF at seta skjøtul á upplýsandi fyribyrgingararbeiði av druknivanlukkum í Føroyum.

Tórshavnar Kommuna, Runavíkar Kommuna, SMS, Løgtingið, P/F Vágatunnilin, P/F Norðoyatunnilin, P/F Eystur- og Sandoyartunnil, Føroyaprent, Svimjihøllin í Gundadali, Sendistovan, Framskák, Spf. Klivar, P/F Ljóðtøkni, WAAG, Wenzel, Bilrøkt, Føroya Tele, Norðlýsið, Hotel Djurhuus, Atlantic Airways, Portal.fo, Dimmalætting, Páls Høll, Svimjihøllin í Klaksvík, Skansi Offshore, Mest, Hiddenfjord, Havnar Kirkja.

Svimjisamband
Føroya

+298 607559
ssf@ssf.fo
ssf.fo